Føroyar halda fast við kravið um størri sildakvotu

Føroyar halda fast við kravið um størri sildakvotu
Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðari, sigur, at higartil er hann nøgdur við fundin í London
Herluf Sigvaldsson er nýggjur leiðari í føroysku samráðingarnevndini
 
03.09.2013 - 10:19

Øll strandarlondini eiga saman við Føroyum at semjast um eitt felags vísindaligt støði undir einari semju um nýtt sildabýti. Tað var boðskapurin hjá føroyska samráðingarleiðaranum, Herlufi Sigvaldsson, á fundinum hjá strandarlondunum í London um norðhavssild.

Harafturat legði føroyska samráðingarnevndin fram tilfarið, sum skal prógva føroyska kravið um størri lut í heildarkvotuni. Føroyar halda fast um, at føroyski parturin er størri enn 5,16 prosent.

Er nøgdur

Herluf Sigvaldsson sigur við Útvarpið, at higartil er hann nøgdur við fundin í London. Fundurin heldur fram klokkan hálvgum ellivu, tí í løtuni hava havlívfrøðingarnir úr øllum strandarlondunum fund.

Herluf Sigvaldsson fanst í fráboðan sínari eisini at ES, sum hevur sett Føroyum handilsforðingar. Strandarlondini hava fund aftur um norðhavssild í oktober, svartkjaftur og sild eru á skránni 14. til 18.oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817