Sjálvstýrisflokkurin hevur fund mánadagin

Sjálvstýrisflokkurin hevur fund mánadagin
Landsnevndin fer at taka støðu til, um flokkurin skal halda fram í samgonguni
Kári P. Højgaard er ikki longur landsstýrismaður
 
06.09.2013 - 14:18

Landsnevndin í Sjálvstýrisflokkinum fer mánadagin at hava fund um politisku støðuna, og um flokkurin skal halda fram í samgonguni, eftir at landsstýrismaðurin floksins, Kári P. Højgaard, varð koyrdur frá í gjár.

Kári P. Højgaard segði í gjár, at Sjálvstýrisflokkurin kann ikki halda fram í samgongu, eftir at hann er koyrdur úr landsstýrissessinum, og tað er henda spurning, ið flokkurin fer at viðgera mánadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723