Skal sita í fýra vikur afturat

Skal sita í fýra vikur afturat
Maðurin, sum er skuldsettur fyri drápsroynd í Norðdepli í summar, var aftur í rættinum í dag
Føroya rættur longdi varðhaldsfongslina fýra vikur
 
06.09.2013 - 14:55

Føroya rættur avgjørdi at leingja fongslingina av 18 ára gamla manninum, ið er skuldsettur fyri drápsroynd, tá fýra fólk vóru stungin við knívi í Norðdepli í juli mánaði.

Varðhaldsfongslingin var úti í dag, men rætturin avgjørdi at leingja fongslingina fýra vikur, so løgreglan fær betri stundir at kanna málið og arbeiða víðari við einum møguligum ákæruriti móti manninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334