Felagskvotan av makreli er fiskað

Felagskvotan av makreli er fiskað
Nótaskipini hava egnar kvotur, og har eru okkurt um 13.000 tons eftir
 
10.09.2013 - 12:51

Klokkan tíggju í kvøld skulu øll uttan nótaskipini gevast at fiska makrel. Fiskiveiðieftirlitið boðar frá, at felagskvotan av makreli er uppi. Felagskvotan av makreli var 61.500 tons.

Nótaskipini hava egnar kvotur, og har eru okkurt um 13.000 tons eftir, upplýsir Fiskiveiðieftirlitið. Fiskiskapurin eftir makreli er góður. Fyri bara 12 døgum síðani vóru 11.500 tons eftir av felagskvotuni, og tá sluppu øll framat, sama hvat hámarkið var í teirra skipabólki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025