Løgmaður skal greiða frá loftrúminum

Løgmaður skal greiða frá loftrúminum
Løgmaður og Annika Olsen, landsstýriskvinna, eru til ráðførslu í Uttanlandsnevndini fyrrapartin
Løgmaður er boðin í samráð í Uttanlandsnevndini um loftrúmið
 
10.09.2013 - 09:09

Fyrrapartin skal løgmaður í samráð í Uttanlandsnevndini. Hann er biðin um at greiða nevndini frá, hvussu gongst við at yvirtaka loftrúmið yvir Føroyum, nú ES hevur boðað frá, at eitt felags ES-loftrúm skal skipast.

Og løgmaður er biðin um at greiða nevndini frá, hvørjar ætlanir og fyrireikingar landsstýrið hevur gjørt fyri at byrgja upp fyri avleiðingunum, nú ES hevur sett Føroyum handilsforðingar.

Røktarheimið í Vágum

Og Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, vil sleppa at ráðføra seg við Fíggjarnevndina, tí røktarheimið í Vágum hevur brúk fyri pengum alt fyri eitt til átroðkandi umvæling. Pengar eru settir av til at umbyggja og umvæla røktarheimið á Sýnini í Vágum.

Teir kunnu tó ikki brúkast uttan verklagslóg, og hon er ikki komin í tingið enn. Landsstýriskvinnan fer tí í dag at spyrja Fíggjarnevndina, um til ber til at brúka nakað av pengunum til átroðkandi umvæling uttan at bíða eftir verklagslógini. Tingfundur verður klokkan hálvgum tvey í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334