Veit ikki um hann fer upp í annan flokk

Veit ikki um hann fer upp í annan flokk
Borgarstjórin í Vestmanna ætlar ikki at stilla uppaftur fyri Fólkaflokkin
Pauli T. Petersen stillar ikki uppaftur fyri Fólkaflokkin
 
12.09.2013 - 11:46

Samstundis sum Janus Rein er farin upp í Fólkaflokkin á tingi, boðar borgarstjórin í Vestmanna, Pauli T. Petersen, frá, at hann ætlar sær ikki at stilla uppaftur fyri Fólkaflokkin til løgtingið. Hann var nr. 13 á løgtingsvalinum í 2011, men Pauli T. Petersen hevur ikki avgjørt, um hann fer upp í nakran annan flokk. 

Vónsvikin

Tað sigur hann í dag, eftir at tað í gjár ljóðaði, at hann var á veg uppí Tjóðveldi. Pauli T. Petersen er vónsvikin av skattapolitikkinum, tí bara tey, sum forvinna nógv, fáa nakað burtur úr flatskattinum, meðan miðal- og láginntøkurnar hava einki fingið burturúr, sigur hann.

Fiskivinnupolitikkinum tekur Pauli T. Petersen heldur ikki undir við.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541