Fíggjarmálaráðið: Avlopið eigur at fara í landskassan

Fíggjarmálaráðið: Avlopið eigur at fara í landskassan
Atli S. Leo, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum, sigur, at Apoteksgrunnurin er í veruleikanum ikki til longur
 
18.09.2013 - 08:00

Tá landskassin í nógv ár hevur rindað hallið hjá Apoteksverkinum, eigur avlopið hjá Apoteksverkinum at fara í landskassan. Tað er sunn fornuft, sigur Atli Leo, ráðgevi hjá Fíggjarmálaráðnum, í telduposti til skrivaran hjá Fíggjarnevndini, Høgna Joensen.

Tá landsstýrið bað løgtingið um 7,5 milliónir av avlopinum hjá Apoteksverkinum til sjúklingaviðgerðir uttanlands, gjørdi skrivarin hjá Fíggjarnevndini og løgfrøðingur hjá løgtinginum alt fyri eitt vart við, at eykajáttanaruppskotið er ikki í samsvari við galdandi lóggávu.

Tí lógin um Apoteksverkið sigur, at avlopið hjá Apoteksverkinum fellur til Apoteksgrunnin. Tí ber ikki til at brúka avlopið til annað, eitt nú at gjalda fyri serviðgerðir uttanlands. Atli Leo er samdur við hesum. Samsvar er ikki millum lóggávuna og, hvussu Apoteksverkið er tikið við í fíggjarlógina.

Grunnurin ikki til longur

Atli Leo sigur, at Apoteksgrunnurin í veruleikanum ikki er til longur. Hann er tikin við í landsroknskapin. Kortini er lógin, sum sigur, at Apoteksgrunnurin eigur avlopið, ikki broytt samsvarandi tí.

Tá hetta er sagt, sigur Atli Leo í teldupostinum til Høgna Joensen, er neyðugt við av sindur av sunnum fornufti, tí støðan nú má vera analog við tað øvuta. Tað er, at landskassin hevur rindað fyri hall í rakstrinum hjá Apoteksverkinum í nógv ár, so nú støðan er tann øvugta, eigur avlopið at falla til landskassan.

Fíggjarnevndin fekk málið um eykajáttanina til Heilsuverkið eftir fyrstu viðgerð í tinginum, sum var fríggjadagin. Nevndin hevur ikki viðgjørt málið enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120