Enn ógreitt um tey borgarligu skipa stjórn í Noregi

Enn ógreitt um tey borgarligu skipa stjórn í Noregi
Tað ítøkiligasta, flokkarnir eru samdir um, er, at Erna Solsberg skal vera forsætisráðharri
Borgarligu flokkarnir í Noregi samráðast framvegis um samgongu
Mynd: NRK  
 
19.09.2013 - 14:43

Í Noregi hava teir teir fýra flokkarnir, Høgriflokkurin, Framburðsflokkurin, Vinstriflokkurin og Kristiligi fólkaflokkurin, í tríggjar dagar tosað um mál, sum flokkarnir hvør sær vilja hava á dagsskránna næstu árini.

Tað ítøkiligasta, sum flokkarnir alment hava sagt er, at Erna Solberg úr Høgraflokkinum skal verða forsætisráðharri í eini nýggjari, borgarligari stjórn.

Gongur framá

Formaðurin í Kristiliga fólkaflokkinum, Knut Arild Hareide, segði í gjár, at tað gongur framá, men fleiri mál eru eftir at viðgera.. Keldur siga við norska kringvarpið, at samráðingarnar halda fram hesa vikuna og næstu viku aftrat, men tá er ein óalmenn freist fyri, um teir fýra flokkarnir fara at skipa stjórn.

Meðan Høgriflokkurin og Framburðsflokkurin vilja skipa meirilutastjórn við fýra flokkum, hava Vinstriflokkurin og Kristiligi fólkaflokkurin sagt, at tað er neyvan sannlíkt, at teir fara í stjórn saman við Framburðsflokkinum.

Harumframt hevur Framburðsflokkurin lovað veljarunum, at hann fer ikki at stuðla eini stjórn, sum hann ikki er partur av. Eitt av truplumálunum, sum flokkarnir hava viðgjørt, er oljuboring í Lofoten, Vesterålen og Senja.

Oljuinntøkurnar

Kristiligi fólkaflokkurin vil hava útgreinað, hvussu stóra ávirkan oljuboring fer at hava í økjunum. Ósemja er eisini um, hvat oljuinntøkurnar skulu brúkast til. Tá flokkarnir hava viðgjørt øll hjartamálini, skulu floksleiðararnir aftur til baklandið fyri at viðgerða tað, sum er komið fram á fyrireikandi samgongu-samráðingarfundunum.

14. oktober leggur Jens Stoltenberg, fráfarandi forsætisráðharri, fram fíggjarlógina, og síðani leggur hann frá sær. Tá verður hildið, at nýggja stjórnin er skipað

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846