Hondbóltskappingin byrjar sum ætlað

Hondbóltskappingin byrjar sum ætlað
Dómarar eru settir til allar fimm dystirnar, sum eru á skránni hjá kvinnum og monnum komandi vikuskiftið
Fimm dystir eru á skránni komandi vikuskiftið
 
25.09.2013 - 23:30

Tað hevur leingi verið ivasamt, um hondbóltskappingarnar hjá kvinnum og monnum kundi byrja komandi vikuskiftið, tí ov fáir dómarar eru. Men nú er greitt, at byrjað verður sum ætlað.

Fleiri dómarar hava bjóðað seg fram, og tí byrjar hondbóltsárið leygardagin, tá KÍF tekur ímóti Team Klaksvík í Kollkafirði.

Dystirnir komandi vikuskiftið eru hesir:

Leygardagin:

KÍF - Team Klaksvík (m). Dómarar: Eyðun Samuelsen og Heri Petersen

Sunnudagin:

Kyndil - VÍF (kv). Dómarar: Ragnar Simonsen og Daniel Rapa

Stjørnan - VB (kv). Dómarar: Arnar Dam og Gert Hansen

Kyndil - VÍF (m). Dómarar: Ragnar Simonsen og Daniel Rapa

STÍF - H71 (m). Dómarar: Eyðun Samuelsen og Heri Petersen

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083