Ber ikki til at verja seg fyri øllum óhappum

Ber ikki til at verja seg fyri øllum óhappum
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, harmast um, at eingin bjargingartyrla er tøk í løtuni, men einki er at gera við tað
Eingin bjargingartyrla er tøk í løtuni
 
28.09.2013 - 11:39

At Atlantis Airways onga tyrlu hevur til bjarging ella leiting í løtuni, er einki at gera við. Tað ber ikki til at verja seg út í æsir fyri óhappum.

Tað sigur landsstýrismaðurin í tilbúgvingarmálum, Jacob Vestergaard.

Føroyar hava onga bjargingartyrlu havt síðani mikudagin. Onnur tyrlan hevur verið til umbyggingar í nógvar mánaðir. Tyrlan er liðug og kann fyri tað fara á flog. Men góðkenningin frá flogmyndugleikanum er ikki komin enn. Hin tyrlan fekk eitt brek mikudagin, og hon fær tí ikki flogið. Eykalutir eru bílagdir. Hetta er harmiligt, men gerst ikki við, heldur landsstýrismaðurin, men hann fær einki gjørt við støðuna.

Kostar 36 mió. kr.

Atlantic Airways rekur tyrluflúgvingina fyri landið. Í sáttmála við landsstýrið hevur felagið bundið seg til at røkja innanoyggaflúgving, leiting og bjarging. Fyri hetta fær Atlantic Airways 36,1 millión krónur um árið. Sáttmálin forðar tó ikki fyri, at eingin tyrla er tøk í landinum.

Og fyri at gera ilt verri fór tyrlan hjá donsku sjóverjuni úr Føroyum fyri stuttari tíð síðani. Hon verður ikki í Føroyum aftur fyrr fyrst í 2014.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. januar
Upp á tá - 300126
203537
Leygardag 31. januar
Jambalaja - 310126
203536
Leygardag 31. januar
Vikugesturin: Skommin er burtur
203530
Leygardag 31. januar
Vikan 31. januar 2026
203527
Leygardag 31. januar
Morgunlestur leygardagur 31.januar 2026
203271
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189