Eingin læknastjóri á Landssjúkrahúsinum

Eingin læknastjóri á Landssjúkrahúsinum
Ístaðin skal bygnaðurin endurskoðast, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen
 
01.10.2013 - 13:18

Ongin læknastjóri verður settur á Landssjúkrahúsinum. Tað hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum gjørt av.

Tvær ferðir hevur verið lýst eftir læknastjóra, og báðar ferðir var bara ein umsókn til starvið.

Meirilutin í setanarnevndini mælti frá at seta umsøkjaran í starvið, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður.

Karsten Hansen ætlar ikki at lýsa starvið leyst av nýggjum, tí leiðslubygnaðurin á Landssjúkrahúsinum skal endurskoðast, sigur hann.

Tummas í Garði hevur verið læknastjóri á Landssjúkrahúsinum seinastu árini.

Ætlanin er at leingja avtaluna við hann, til greiða er fingin á, hvussu bygnaðurin skal skipast í framtíðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053