ICES mælir til nógv størri makrel- og svartkjaftaveiðu

ICES mælir til nógv størri makrel- og svartkjaftaveiðu
Mæla til at økja veiðuna uppí 890.000 tons næsta ár. Í ár var tilmælið 542.000 tons. Ósemja ger, at umleið 900.000 tons verða fiskað í ár
 
03.10.2013 - 11:51

Samstundis sum ICES mælir til at fiska munandi meir av makreli, so mælir stovnurin til at minka um royndina eftir sild.

ICES mælir til ikki at fiska meir enn 418.000 tons av sild næsta ár. Tað eru 200.000 tons færri enn í ár.

Í ár mælti ICES til at fiska 619.000 tons av sild. Men ósemjan ímillum strandalondini ger, at tað verða fiskað útivið 700.000 tons av sild.

Svartkjafturin er væl fyri og tí mælir ICES til, at fiskast kunnu 949.000 tons í 2014. Í ár er tilmælið 643.000 tons.

Tað merkir, at føroysk skip fáa millum 70 og 80.000 tons av svartkjafti aftrat næsta ár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 39 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Morgunlestur fríggjadagur 29.mai 2026
208233
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457