Diabetikarar ræðast sproytuna

Diabetikarar ræðast sproytuna
Heilivágsfyritøkan Novo Nordisk ætlar at brúka tvísiffraða milliardaupphædd at menna insulintablettir
Kanska fer tablettin at avloysa insulinsproytuna
 
07.10.2013 - 15:30

Diabetes-sjúklingar í Danmark ræðast insulinsproytuna, og tí er fyritøkan Novo Nordisk, sum er kend fyri at gera diabetes-heilivág, farin at menna eina insulintablett.

Børsen skrivar, at hetta stigið verður tikið, til tess at Novo Nordisk skal hava møguleika at økja søluna, og fyritøkan er til reiðar at brúka upp í 20 milliardir krónur næstu árini at menna nýggja heilivágin.

100 milliardir dollarar

- Eydnast átakið, verða vit rættiliga kappingarfør á marknaðinum, sum næstu árini verður meiri enn 100 milliardir dollarar, sigur Mads Krogsgaard Thomsen, granskingarstjóri á Novo Nordisk, við Børsen.

Síðani insulinið fyrstu ferð varð brúkt í 1920-árunum hava nógvar royndir verið gjørdar at gera insulintablettir, men tær eru allar miseydnaðar. Novo Nordisk er longu farið undir royndir at menna nýggju tablettina, og fyritøkan hevur brúkt einar fýra milliardir krónur til endamálið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751