Lógin broytast fyri at fáa pening til serviðgerð uttanlands

Lógin broytast fyri at fáa pening til serviðgerð uttanlands
Eykajáttanin er samtykt, men enn kann peningurin ikki takast úr Apoteksgrunninum
 
09.10.2013 - 08:35

Løgtingið samtykti einmælt í gjár at lata 7,5 mió. kr. í eykajáttan til at senda fólk á sjúkrahús í øðrum londum. Men fyrst noyðist landsstýrismaðurin í heilsumálum at fáa apotekslógina broytta, so hann kann taka pengarnar av avlopinum hjá apotekunum.

Tí, sum lógin nú er orðað, skal avlopið hjá apotekunum fara í Apoteksgrunnin, ikki í landskassan.

Karsten Hansen hevur sagt, at hann kemur við uppskoti um at broyta apotekslógina.Vil løgtingið ikki broyta lógina, noyðist Heilsumálaráðið at finna pengarnar aðrastaðni.

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum ivast tó í, at 7,5 milliónir eru nóg mikið í eykajáttan til serviðgerðir uttanlands í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329