Mentarsøgulig skip fáa nú stuðul

Mentarsøgulig skip fáa nú stuðul
Landsstýrismaðurin hevur gjørt av, at meginparturin av játtanini skal nýtast til rakstrarstuðul
Dragin er eitt av mentanarsøguligu skipunum
 
09.10.2013 - 14:18

Nú ber til at søkja um stuðul og rakstur til mentanarsøgulig skip. Stuðulin er tilsamans 400.000 krónur í ár, og Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur gjørt av, at meginparturin, t.e. 370.000 kr., verður rakstrarstuðul, og 30.000 krónur verða settar av til átekningar.

Tað eru Søvn Landsins, sum umsita stuðulin til mentanarsøgulig skip. Freistin at søkja er 1. november.

Lógin kom í vár

Løgtingið samtykti í  vár lóg um stuðul til mentanarsøgulig skip, og í summar var kunngerðin lýst. Hon ásetur, hvussu stuðulin verður býttur, eftir tilmæli frá Søvnum Landsins.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sigur, at mentanarsøguligu skipini hava stóran týdning, men tað er fíggjarliga tungt at reka tey. Og lógin kann vera við til at stuðla sjálvbodnu kreftunum, ið virka fyri at hava skipini siglandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339