- Tíðindi, mentan og ítróttur
Svarta speglið vísir okkum ung andlit. Vit læra nýggj fólk at kenna, lesa um, hvat ger tey, til tann, tey eru og síggja, hví tey eru líka áhugaverd, sum øll onnur. Hvør partur er eitt portrett, ein nýggj søga við einum lítlum samanhangi - júst, ið kenda filmsrøðin “Black Mirror.”
Poddvarpsrøðin, sum viðger teir stóru politisku og etisku spurningarnar, sum flest øll halda vera áhugaverd og hava eina meining um. Í hvørjum parti verða evnini viðgjørd av einum pallborði, ið er sett saman við tí endamáli at kunnu skapa eitt so gott, fakligt og spennandi kjak sum gjørligt.
Vit fylgja Kajsu. Hvat eru hennara lívsupplivingar, ambitiónir og frítiðarítriv? Hvør partur snýr seg um, hvat hon ger eitt bestemt tíðarskeið.
Ben fer út og kannar ting, sum hann heldur vera áhugavert. Kom við á eina ferð við Ben í "Ben á ferð"
Aftanfyri luftina kunnu vit endiliga hanga út við fantastiska dugnaligu, føroysku tónleikarunum, og vit fáa svar uppá lívsins truplu spurningar, sum veruliga vísa, hvør ein persónur er: Hvønn deodorant brúkar tú? Hvør Disney-prinsessa hevði tú verið? Hvat er títt yndis dipp?
Instagram: ein fantasy verð, har alt er vakurt og magiskt, og sjáldan tragiskt. Vælkomin til Antigram - poddvarpsrøðin, ið goymir tað magiska burtur, og setur fokus á tey fáu, ið skilja seg út og vísa tað veruliga og óperfekta.
Kom við inn í ein heim, har skrivað verður um allar djúpastu kenslur og loynidómar hjá føroyskum ungdómi. Les um ein veruleika, har einki verður fjalt.