- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hiit
Í dag prátaðu vertirinir við Jens Kjeld Jensen um hansara kærleika fyri sniglum, men eisini um týdningin av at fylgja sínum dreymum.
Hansara ráð til ungdómin er, at ikki hugsa alt ov nógv um tað, sum man ikki dugir. Heldur fokusera uppá tað, sum man elskar at gera. Harafturat metir hann, at man kemur langt, um man hevur fólk rundanum seg við øðrum styrkjum enn ein sjálv/ur.
Eisini práta vit við Brandur Teitsson, ið júst hevur lokið studentarprógv og hevur stovnað egnu fyritøku. Hann ætlar sær ikki at lesa víðari, sum nú er.
Svend hevur, enn einaferð, havt ein politikkara á tráðnum, tí sum hann sigur "einki summar uttan tónleik". Hesuferð við Javnaðarmanninum Kim Durhuus á hinum endanum.
Vertirnir hugleiga um lesnað og hvønn týdning tað hevur ímillum ung í dag.
"Hví lesa til grafikkara, um AI fer at taka yvir tað starvið eitt ár aftaná?"
Vertirinir í dag eru Marianna W. Nagata, Heri Wang Danielsen og Petur Sigurð í Króki.