Frá ungum menniskja til foreldur

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Størsta gávan er sonurin
25-02-2021
P1
- Fólk hugsa ofta, at lívið endar, tá ið man fær barn ungur. Men eg føli, at mítt lív akkurát er byrjað.
Anna Karolina Stórustovu er 20 ára gomul og býr í Hoyvík. Í august 2019 bleiv hon við barn og á sumri 2020 føddi hon ein frískan son.   Tað at blíva ung mamma í Føroyum hevur ikki altíð verið lætt, men fyri Anna Karolinu var hetta størsta gávan, sum hon hevur fingið.   Hvussu var tað at avdúka, at tú vart við barn? - Tað var ikki planlagt, at eg skuldi blíva við barn. At avdúka tað var tí heldur ikki einfalt.    Eg var eitt sindur bangin. Eg hugsaði nógv um, hvat fólk fóru at halda. Eg var bara 19 ár, tá ið eg bleiv við barn, so summi vildu sagt, at mítt lív "akkurát" var byrjað.    Eg hugsaði eisini, at fólk fóru at halda meg vera býtta, tí eg ikki hevði hugsað meg betur um.    Hugsaði tú nakrantíð, at tað fór at ...

Frá ungum menniskja til foreldur