Stríðið, sum ikki sæst

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Ung eru meira opin fyri viðgerð í dag
04-02-2021
P4
Eitt stutt prát við sálarfrøðing um sálarheilsuna hjá ungum í dag.
Í greinarøðini “Stríðið, sum ikki sæst” hevur verið varpað ljós á Føroyskan ungdóm, sum hevur ymiskar sálarligar trupulleikar. Talan er um erligan og djarvan ungdóm, sum øll hava lýst hetta stríð sera væl. Fyri at taka saman um og enda hesa greinarøð, havi eg sett meg í samband við sálarfrøðingin Súsonnu Skaale.    Upplivir tú í tínum arbeiði, at nógv ung hava tørv á hjálp/viðgerð? - Í dag arbeiði eg hjá “Øll hava rætt til góð barnaár”, sum er eitt viðgerðartilboð til børn og ung, hvørs foreldur hava rústrupulleikar. Men áðrenn hetta starv, arbeiddi eg í 5 ár á miðnámsskúlaøkinum. Her hevði eg samrøður við miðnámsskúlanæmingar. Vit vóru tveir sálarfrøðingar í hesum starvi, og vit veittu sálarfrøðiliga hjálp til næmingar k...

Stríðið, sum ikki sæst

Kom við inn í ein heim, har skrivað verður um allar djúpastu kenslur og loynidómar hjá føroyskum ungdómi. Les um ein veruleika, har einki verður fjalt.