Svarta speglið

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
“Now I’m talking to Jesus”
12-04-2021
P3
Eg eiti Joenna Finnsdóttir, eg eri 16 ár og eg eri trúgvandi. Eg havi gingið á møtið síðani eg var smágenta, og eg gangi enn á møti, tí eg elski tað
Eg eiti Joenna Finnsdóttir, eg eri 16 ár og eg eri trúgvandi.  Mær dámar væl at syngja og at skriva sangir, tað er nakað, eg altíð havi brent fyri, eisini sum smágenta. Í løtuni leiti eg mær arbeiði, men eg gekk á Skúlanum á Argjahamri og bleiv liðug á sumri 2020.     Hvat hevur gjørt, at tú hevur fingið so sterka trúgv?   Eg havi upplivað nøkur ting í lívinum, har eg havi verið ræðuliga særd og frustrerað, og alla hesa tíðina havi eg sæð Guðs trúfesti, kærleika og troyst, og eg havi upplivað hansara nærveru, og hvussu nógv hann elskar meg.   Ofta skilir tú ikki, hví summi ting henda, og tað er har, trúgvin kemur inn: At hava trúnna á, at Hann ger tað, sum er best, sjálvt um tað følist vónleyst, og at Hann er har og lyfti...

Svarta speglið

Svarta speglið vísir okkum ung andlit. Vit læra nýggj fólk at kenna, lesa um, hvat ger tey, til tann, tey eru og síggja, hví tey eru líka áhugaverd, sum øll onnur. Hvør partur er eitt portrett, ein nýggj søga við einum lítlum samanhangi - júst, ið kenda filmsrøðin “Black Mirror.”