- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin

Herfyri frættist, at heilivágsrisin Novo Nordisk hevði nágreinilig yvirlit yvir læknar og onnur heilsustarvsfólk í tíggjutúsundatali, sum eru flokkað eftir, hvussu jaligan hugburð tey hava til júst heilivágin hjá Novo Nordisk.

Eisini eru 337 føroysk heilsustarvsfólk at finna í yvirlitinum, teirra millum 87 læknar.

Hvussu ber hetta til, og er talan um álitisbrot millum sjúklingar og heilsustarvsfólk?

Tað spyrja vit í fyrra partinum av sendingini í dag.

Í seinna partinum hyggja vit til Bretlands, har dómurin hjá skemtaranum og tónleikaranum, Russell Brand, og síðani heimildarfilmurin og greinarnar um skemtaran og rithøvundan David Walliams seinastu vikurnar, hava birt undir eitt kjak um, nær ung eru før fyri at samtykkja at hava sex við fólki, sum eru væl eldri enn tey.

Eru ung nóg búgvin til tað, tá tey eru millum 15 og 18, og hvussu verja vit tey?

Gestir: Tóri Højgaard, stjóri í Dátueftirlitinum, Ingun Hansen, fyribils Landsapotekari, og Erling Fles, sálarfrøðingur.

Breddin
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.