- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Búskaparráðið mælir frá at gera, sum landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum hevur lagt út í kortið í sínum lógaruppskoti um fiskivnnuna, sum er til hoyringar í hesum døgum. Vi tosa við Djóna Højgaard, formann í Búskaparráðnum, og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, er gestur í studio. Hvønn leiklut hava pengar í føroyskum fótbólti, og hava svartir pengar eisini ein leiklut. Tann spurningurin verður settur ítróttarfeløgum, FSF og TAKS.
Luttakarar: Djóni Højgaard, formaður í Búskaparráðnum, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Jens Martin Knudsen, fyrrv. fótbóltsspælari, Rógvi Reinert Djurhuus, formaður fyri Skála Ítróttarfelag, Jákup Mørk, formaður í B36, Tummas Lervig, formaður í KÍ, Frankie Jensen, formaður í venjarafelagnum, Christian Andreasen, formaður í FSF og Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.
Gjørt sendingina: Uni Leitistein Hansen og Marjun Dalsgaard
Redaktørur: Marjun Dalsgaard