Breddin

Breddin: Søgan um dýra Asfaltverkið á Sundi
29-10-2019
Her er søgan um, hvussu eitt gamalt danskt privat asfaltverk endaði á føroyskum almennum hondum, sum skulu rinda 48 milliónir krónur fyri tað

Hetta er søgan um, hvussu galið tað kann enda, tá tú keypir nakað í óðum verki.

Tað er søgan um oyðsl við almennum pengum.

Hetta er eisini søgan um ein kreativan leigusáttmála, sum vísir, hvussu ein almennur stovnur smoyggir sær uttan um politisku skipanina.

Ein søga um ein teldupost, sum vísir, at ein almennur stjóri heldur týðandi upplýsingum frá landsstýrinum.

Og at enda søgan um ein gamlan ketil, sum vísir, at grammleiki kennir eingi mørk.

Hendan søgan, sum er 30 minuttir til longdar, byrjar á staðnum, sum allar søguna savna seg um.

Vit hava vitjað Asfaltverkið á Sundi.

Les eisini: Breddin: Ewald Kjølbro legði hornið á

Landsgrannskoðanin viðger yvirtøkuna av Landsverki í Ársfrágreiðingunum fyri 2017 og 2018.

Hoyr alla sendingina: Breddin týsdagin 29. oktober

 

 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024
Í sendingini í dag viðgera vit eisini Helsingfors-sáttmálan um Norðurlandaráðið, sum nú verður dagførdur
04-04-2024
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024