Breddin

Breddin
07-11-2019
Ósemja í samonguni um fiskivinnulóggávuna, bankaheimurin í eini skiftistíð og prát við danska forsætisráðharran er á Breddanum

Tann 1. januar næsta ár, skal nýggj fiskivinnulóg setast í gildi, sum millum annað avtekur uppboðsøluna og knýtir rættin at fiska at skipunum aftur. Loyvini skulu aftur til verandi reiðarar, og hava 12 ára gildistíð.
Men tað kann tykast sum langt er á mál hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, tí fleiri røddir eru nú frammi um, at tað verður ógjørligt hjá nýggjum aktørum at koma inn í fiskivinnuna - eisini inni í samgonguni. Somuleiðis vilja tingfólk vita hvussu inntøkusíðan út - hvat er ætlanin skal koma inn í landskassan, og hvussu skal hetta gerast.

Vit hava hitt danska forsætisráðharran Mette Frederiksen. Hon sigur seg skilja føroyska ynski um størri ávirkan á trygdar- og uttanríkispolitikkin - men hvat liggur í tí? Tað hava vit spurt forsætisráðharran um.

Bankaheimurin er í eini skiftistíð - møguliga er tíðin farin frá siðabundnu bankaskipanini, har allir borgarar sambært lóg, skulu hava lønarkonto i bankanum.

Luttakarar í sendingini: Mette Frederiksen, forsætisráðharri, Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, Heðin Zachariasen tingmaður fyri Fólkaflokkin, Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, Unn Krákustein, løgfrøðingur við servitan innan evropeiskan bankarætt.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Í Breddanum í dag verður spurt, um kvinnur fáa nøktandi hjálp og kunning, tá tær venda sær til lækna í sambandi við skiftisárini.
07-05-2024
Almenn partafeløg eiga ikki at vera lønarførandi, heldur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður
03-05-2024
Í sendingini verður tosað við fráfarandi kommunalpolitikara og formannin í Demokratia.
02-05-2024
Verjumálaráðharrarnir í øllum Norðurlondum hittast í Føroyum í dag á ráðharrafundi í norðurlendska verjusamstarvinum NORDEFCO
30-04-2024
Eigur Búskaparráðið at taka meira hædd fyri inntøkum frá tilfeingsvinnuni í búskaparfrágreiðingum? Og hvørjar orkukeldur eiga Føroyar at satsa uppá?
23-04-2024
Seinastu fimm árini hava vit sent 56 børn við sálarligum avbjóðingum av landinum.
19-04-2024
Evnið í sendingini er Ríkisfelagsskapurin, har formenninir í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuna og kjakast
18-04-2024
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024