Breddin

Breddin
07-10-2020
ADHD, politikkur á sosialum miðlum og Eysturoyartunnilin

Altjóða verður í oktober varpað ljós á ADHD. Við átakinum "ADHD tilvit" ynskir føroyska ADHD felagið at skapa eina rætta mynd av lívinum við ADHD. 

ADHD er eitt neuropsykiatrisk órógv, sum stendur fyri Attention Deficit Hyperactivity Disorder, sum verður umsett til Uppmerksemis Mangul Hyperaktivt Órógv. Tað er í flestu førum genetiskt.

Tað er ymiskt, hvussu fólk eru merkt av ADHD. Summi eru nógv merkt, onnur eitt sindur.

Tað verður mett, at fimm prosent av øllum børnum hava ADHD. Helvtin av teimum vaksa frá tí, men mett verður, at 2,5 prosent av vaksnum hava ADHD.

Seinastu árini hevur eitt økt fokus verið á ADHD. Og hetta hevur við sær, at fleiri vaksin fólk gerast varug við, at tey kanska hava diagnosuna.  

Men tað krevur tol hjá teimum, sum vilja útgreinast. 

Bíðitíðin at sleppa til útgreining fyri ADHD er 12-15 mánaðir. 

Breddin hitti Bjørg Dam, forkvinnu í ADHD felagnum, og Tórmórður Stóra, yvirlækna og leiðara á Psykiatriska deplinum, fyri at snakka um ADHD.

Politikarir á sosialum miðlum
Sosialir miðlar, so sum Facebook, Instagram og Twitter hava síðstu árini givið okkum heilt nýggjar møguleikar at samskifta. 

Úr snildfonini hava vit so gott sum atgongd til allan heimin og við tey flestu av teimum, sum vit vilja hava samband við.

Og politikkarar  hava ikki verið seinir at taka nýggju møguleikarnar til sín.

Fólkavaldu politikkararnir eru tískil nærri okkum borgarum og veljarum enn nakrantíð.

Men er hetta gott ella ringt og hvat viðføra hesir øktu samskiftismøguleikarnir?

Niels Uni Dam, samskiftisfólk og stjóri í Nudlavirkinum, og Eyðbjørt Skylv Midjord, miðla- og samskiftisfrøðingur, viðgjørdu hetta í útvarpsstovuni.

Eysturoyartunnilin
Tað verður eitt frambrot fyri allar Føroyar, tá Eysturoyartunnilin verður tikin í brúk. 

Tað sigur Gísli Gíslason, sum frá 1987 til 2005 var borgarstjóri í Akranesi í Íslandi. 

Í 1998 varð ein nýggjur undirsjóvartunnil gjørdu undir Hvalfjørðinum, sum minkaði um frástøðuna millum Akranes og Reykjavík við umleið einum tíma. 

Og tað hevur skapt eina rúgvu av møguleikum fyri bygdina. 

Luttakrar: Tórmórður Stórá, Bjørg Dam, Steffan Klein Poulsen, Jógvan á Lakjuni, Kristina Háfoss, Helgi Abrahamsen, Ingilín Strøm, Niels Uni Dam, Eyðbjørt Skylv Midjord, Gísli Gíslason og Jóhann Lützen.

Gjørt sendingina hava Tróndur Olsen, Elin Mirjamsdóttir og Hallur av Rana

 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Almenn partafeløg eiga ikki at vera lønarførandi, heldur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður
03-05-2024
Í sendingini verður tosað við fráfarandi kommunalpolitikara og formannin í Demokratia.
02-05-2024
Verjumálaráðharrarnir í øllum Norðurlondum hittast í Føroyum í dag á ráðharrafundi í norðurlendska verjusamstarvinum NORDEFCO
30-04-2024
Eigur Búskaparráðið at taka meira hædd fyri inntøkum frá tilfeingsvinnuni í búskaparfrágreiðingum? Og hvørjar orkukeldur eiga Føroyar at satsa uppá?
23-04-2024
Seinastu fimm árini hava vit sent 56 børn við sálarligum avbjóðingum av landinum.
19-04-2024
Evnið í sendingini er Ríkisfelagsskapurin, har formenninir í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuna og kjakast
18-04-2024
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024
Í sendingini í dag viðgera vit eisini Helsingfors-sáttmálan um Norðurlandaráðið, sum nú verður dagførdur
04-04-2024