Breddin

Breddin
11-02-2021
Radari, koppseting í fátøkum londum, føroyskir sjúklingar í Danmark og politiska støðan eftir barsilsmálið


Radarin
Sannlíkt er, at ein radari skal byggjast í Føroyum. TV2 bar tíðindini í gjár um, at ein radari fyri 390 millióir krónur skal gerast í Føroyum. Semja er eisini um, at 1,5 milliardir krónur skulu brúkast í Arktis millum annað til dronur. Jenis av Rana, landsstýrismaður, tvíheldur um, at einans føroyingar gera av, um radari skal setast upp. 


Føroyskir sjúklingar í Danmark
Sjúkrahúsverkið fær fleiri áheitarnir frá sjúkum fólki, sum ynskja at verða koppsett móti koronu, til dømis áðrenn tey fara til Danmarkar í sjúkraørindum. Ofta verða tey skuffað.

Vit tosa við ein sjúkling, sum kennir seg ótryggan uttan koppsetingina, og við Tummas í Garði, læknafakligan varastjóra í Sjúkrahúsverkinum.

 

Politisku avleiðingarnar eftir málið um barsil til samkynd
Málið um at javseta samkynd foreldur við hinskynd í barsilsskipanini fall sum kunnugt týskvøldið, og tað gjørdu bæði broytingaruppskotini eisini. 
Spurningurin er nú um tað fær nakrar politiskar fylgjur fyri Johan Dahl, at hann atkvøddi við andstøðuni í málinum. 

Eirikur Lindenskov, blaðstjóri, viðmerkir málið.

 

Koppseting í fátøkum londum
Tað eru nú fleiri fólk koppsett, enn tað eru fólk, sum hava verið sjúk av korona. Men tað eru eisini yvir 130 fátøk lond, sum enn ongan persón hava koppsett. Føroyskir hjálparfelagsskapir eru við í altjóða samstarvi í royndini at fáa koppingarevni út til tey fátøku londini, og tað eru eisini tað besta fyri okkara egnu heilsu, at vit eru við til at tryggja, at fátøk lond eisini fáa atgongd til koppsetingina, sigur serlæknin Shahin Gaini.


Luttakarar eru Benjamin Thomassen, Tummas í Garði, Jenis av Rana, Bárður Atlason Ísheim, Shahin Gaini og Eirikur Lindenskov

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Almenn partafeløg eiga ikki at vera lønarførandi, heldur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður
03-05-2024
Í sendingini verður tosað við fráfarandi kommunalpolitikara og formannin í Demokratia.
02-05-2024
Verjumálaráðharrarnir í øllum Norðurlondum hittast í Føroyum í dag á ráðharrafundi í norðurlendska verjusamstarvinum NORDEFCO
30-04-2024
Eigur Búskaparráðið at taka meira hædd fyri inntøkum frá tilfeingsvinnuni í búskaparfrágreiðingum? Og hvørjar orkukeldur eiga Føroyar at satsa uppá?
23-04-2024
Seinastu fimm árini hava vit sent 56 børn við sálarligum avbjóðingum av landinum.
19-04-2024
Evnið í sendingini er Ríkisfelagsskapurin, har formenninir í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuna og kjakast
18-04-2024
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024
Í sendingini í dag viðgera vit eisini Helsingfors-sáttmálan um Norðurlandaráðið, sum nú verður dagførdur
04-04-2024