Breddin

Bakkafrost vil ala á opnum havi
17-02-2021
Alifyritøkan biður landsstýrið um at seta eitt stórt øki eystanfyri Nólsoynna av til aling. Aling á opnum havi er við í almenna alipolitikkinum

Fyrr í dag varð løgd fram frágreiðing um støðuna í alivinnuna og hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur í hyggju at fremja í vinnuni.

Frágreiðingin lýsir støðuna í alivinnuni, avbjóðingar og møguleikar, átøk, sum eru sett í verk eftir at alilógin varð broytt í 2018 - umframt framtíðarætlanir.

Endamálið við frágreiðingini er at geva Løgtinginum høvi at viðgera viðurskiftini í alivinnuni.

Tað fer løgtingið at gera í einum aðalorðaskifti mikudagin í næstu viku.

Sambært frágreiðingini ætlar landsstýrið at raðfesta tað, sum í frágreiðingini verður nevnt "offshore aling" - á føroyskum aling til havs.

Orsøkin er, sambært frágreiðingini - at samfelagsbúskaparliga avkastið av hesari alingini verður mett at hava størri menningarmøguleikar, um tað eydnast, sammett við aling á landi.

Fyri einum góðum ári síðani - hin 17. januar í fjør - var stjórin á Bakkafrost í Degi & Viku og greiddi frá teirra ætlanum um at ala laks á opnum havi.

Nú, eitt ár seinni, er henda ætlan blivin partur av alipolitikkinum hjá landsstýrinum.

Í innslagnum tosa vit við Regin Jacobsen, stjóra í Bakkafrost, um ætlanina hjá felagnum at ala laks á opnum havi.

 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Almenn partafeløg eiga ikki at vera lønarførandi, heldur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður
03-05-2024
Í sendingini verður tosað við fráfarandi kommunalpolitikara og formannin í Demokratia.
02-05-2024
Verjumálaráðharrarnir í øllum Norðurlondum hittast í Føroyum í dag á ráðharrafundi í norðurlendska verjusamstarvinum NORDEFCO
30-04-2024
Eigur Búskaparráðið at taka meira hædd fyri inntøkum frá tilfeingsvinnuni í búskaparfrágreiðingum? Og hvørjar orkukeldur eiga Føroyar at satsa uppá?
23-04-2024
Seinastu fimm árini hava vit sent 56 børn við sálarligum avbjóðingum av landinum.
19-04-2024
Evnið í sendingini er Ríkisfelagsskapurin, har formenninir í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuna og kjakast
18-04-2024
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024
Í sendingini í dag viðgera vit eisini Helsingfors-sáttmálan um Norðurlandaráðið, sum nú verður dagførdur
04-04-2024