Breddin

Breddin
18-03-2021
Várfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum og skapandi lærugreinar eru í Breddanum í dag

Tvey evni eru á breddanum í dag.

Várfrágreiðing hjá Búskaparráðnum
Búskaparráðið legði várfrágreiðingina fram í dag. Í frágreiðingini stendur millum annað, at ferðavinnan í løtuni siglir í tungum sjógvi, og tí hevur brúk fyri einum hjálparpakka.

Ferðavinnufelagið mælir landsstýrinum til at longja hjálparpakka trý, sum fór úr gildi í fjør. Kemur ongin hjálparpakki til ferðavinnuna skjótt, fara onkrar ferðavinnufyritøkur væntandi av knóranum. Landsstýrið sigur seg skilja truplu støðuna, sum ferðavinnan er í, men í løtuni er eingin hjálparpakki áveg. Vit tosa við Helga Abrahamsen, landsstýrismann í vinnumálum, og Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum.

Skapandi lærugreinar
Fólkaskúlanæmingar verða í ov stóran mun eggjaðir til at velja bókligu lærugreinarnar framum tær skapandi. Orsøkin er ov lítil virðing og rúmd fyri skapandi lærugreinunum í fólkaskúlanum, sigur Henny Dánialsdóttir, ráðgevi í handaverki og list á Námi. Landsstýrismaðurin í skúlamálum vitjar í útvarpsstovuni.

Luttakarar: Heri á Rógvu, formaður í Búskaparráðnum, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, Magnus Rasmussen, løgtingslimur fyri Sambandsflokkin og formaður í fíggjarnevndini, Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, Henny á Líknargøtu, forkvinna í Ferðavinnufelagnum, Henny Dánialsdóttir, ráðgevi, Noomi í Dali, námslektari og Jenis av Rana, landsstýrismaður í skúlamálum.

Gjørt sendingina hava Jógvan Skeel Nolsøe, Krista Johnsdóttir Kreutzman, Uni Holm Johannesen og Arnfríð Joensen Dahl. 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Í Breddanum í dag verður spurt, um kvinnur fáa nøktandi hjálp og kunning, tá tær venda sær til lækna í sambandi við skiftisárini.
07-05-2024
Almenn partafeløg eiga ikki at vera lønarførandi, heldur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður
03-05-2024
Í sendingini verður tosað við fráfarandi kommunalpolitikara og formannin í Demokratia.
02-05-2024
Verjumálaráðharrarnir í øllum Norðurlondum hittast í Føroyum í dag á ráðharrafundi í norðurlendska verjusamstarvinum NORDEFCO
30-04-2024
Eigur Búskaparráðið at taka meira hædd fyri inntøkum frá tilfeingsvinnuni í búskaparfrágreiðingum? Og hvørjar orkukeldur eiga Føroyar at satsa uppá?
23-04-2024
Seinastu fimm árini hava vit sent 56 børn við sálarligum avbjóðingum av landinum.
19-04-2024
Evnið í sendingini er Ríkisfelagsskapurin, har formenninir í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuna og kjakast
18-04-2024
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024