- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Fjórða hvørt ár er val til kirkjuráðið, og um smáar tvær vikur skulu nýggj kirkjuráð veljast.
Upggávurnar hjá einum kirkjuráðið er m.a. at umsita kirkjukassarnar, taka avgerð um, hvussu kirkjutænastan skal skipast, og síggja til, at kirkjubygningurin á hvørjum ári verður sýnaður. Tá prestur skal setast, eru tað kirkjuráðini, ið innstilla, hvør skal setast í starvið. Kirkjuráðið skal saman við sóknarprestinum taka sær av kirkjuni sum bygningi og virka fyri tí kirkjuliga lívinum í sóknini.
Í sendingini greiðir Andrias Ziska, stiftsfulltrúi í føroysku fólkakirkjuni, frá um komandi kirkjuráðsvalið.
Og frá kirkjuráðsvalinum fara vit til eitt kjak um leiklutin hjá fólkakirkjuni í samfelagnum.
Jógvan Fríðriksson, biskupur, og Eivin Simonsen, sum er cand. mag. í enskum og donskum, kjakast um leiklutin hjá fólkakirkjuni í útvarpsstovuni.
Sendingina gjørdu Krista Johnsdóttir Kreutzman, Hallur av Rana og Arnfríð Joensen Dahl, sum eisini var redaktørur.