Breddin

Breddin: Korona og fólkaræði
16-11-2021
Føroyar eru stýrdar við tilmælum meðan onnur lond hava fingið sær lógarheimild til koronutiltøkini

Tað byrjaði á grækarismessu í fjør, tá Føroyar fóru niður í ferð. Ókenda koronusmittan loypit ótta á allan heimin, og tað skuldi berast skjótt at at steingja samfelagið.

Nú er meira enn hálvtannað ár síðani, og fleiri ferðir eru tiltøk sett í verk, sum raka gerandisdagin hjá privatfólki og vinnurekandi.

Men øll tiltøk eru sett í verk við tilmælum og ikki við lóg.

Búskapar og Løgfrøðingafelagið sigur, at hetta gongur út yvir álitið á rættarsamfelagið, sum eigur at vera skipað við lóg.

Tingmenninir, Christian Andreasen og Aksel Johannesen, sum báðir eru løgfrøðingar og advokatar, umrøða málið. Vit hoyra fólkatingsmannin, Sjúrð Skaale, greiða frá, hvussu tey í Danmark hava skipað øll tiltøk við lógm, og at enda spyrja vit løgmann, hví hann heldur fram við leistinum at seta tiltøk í verk við tilmælum, sum ikki hava nakra lógarheimild.

 

Í sendingini luttóku Katrin Thorsvig Hansen, Sjúrður Skaale, Bárður á Steig Nielsen, Christian Andreasen og Aksel V. Johannesen.

Sendingina gjørdu Arnfríð Joensen Dahl, Jón Brian Hvidtfeldt og John Johannesen, sum eisini var redaktørur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Í Breddanum í dag verður spurt, um kvinnur fáa nøktandi hjálp og kunning, tá tær venda sær til lækna í sambandi við skiftisárini.
07-05-2024
Almenn partafeløg eiga ikki at vera lønarførandi, heldur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður
03-05-2024
Í sendingini verður tosað við fráfarandi kommunalpolitikara og formannin í Demokratia.
02-05-2024
Verjumálaráðharrarnir í øllum Norðurlondum hittast í Føroyum í dag á ráðharrafundi í norðurlendska verjusamstarvinum NORDEFCO
30-04-2024
Eigur Búskaparráðið at taka meira hædd fyri inntøkum frá tilfeingsvinnuni í búskaparfrágreiðingum? Og hvørjar orkukeldur eiga Føroyar at satsa uppá?
23-04-2024
Seinastu fimm árini hava vit sent 56 børn við sálarligum avbjóðingum av landinum.
19-04-2024
Evnið í sendingini er Ríkisfelagsskapurin, har formenninir í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuna og kjakast
18-04-2024
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024