Aldurin eigur ikki, at vera avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum.
Tað stendur í samgonguskjalinum og við lógaruppskotinum hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, um at hækka fráfaringaraldurin, tekur landið enn eitt fet tann vegin.
Enn er tað tó bert Tórshavnar Kommuna, sum heilt hevur avtikið fráfaringaraldurin, men í næstum ætlar samgongan at hækka fráfaringaraldurin úr 70 árum og upp í 72 ár. Tað er fyri tey sum eru tænastumannasett.
Men, fyri tey, sum ikki eru tænastumannasett, sum er tann stórsti parturin av okkum, so vera eisini broytingar í næstum.
Tí í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur eisini, at "Fyri tey sáttmálasettu verður hetta gjørt í næstum við at broyta rundskrivið frá 2013 um fráfaringaraldur, soleiðis at fráfaringaraldurin hækkar úr 70 árum upp í 72 ár."
Tað skal tískil vera líka fyri øll alment sett starvsfólk.
Men hvat eru fyrimunirnir við at kunna vera longri á arbeiðsmarknaðinum, og hvat goymir seg í skuggasíðuni?
Luttakarar: Meinhard Gaardlykke, formaður í Tænastumannafelag Landsins, Malan Johansen, stjóri í Landsbanka Føroya, Ingeborg Vinther, næstforkvinna í Landsfelag Pensjónista, Elsa Johanna Høgenni, starvsfólkaleiðari í Tórshavnar kommunu, Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, og Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin.
Gjørt sendingina hava Tróndur Olsen og Kári Mikkelsen.
Redaktørur er Hallur av Rana.