Breddin

Breddin: Samferðslupakkin
05-05-2022
Í dag verður samferðslupakkan, sum táverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, legði fyri tingið, men sum ongantíð er komin aftur úr fíggjarnevndini.

Nógv umrøddi samferðslupakkin fekk í gjár sítt banahøgg frá formanninum í fíggjarnevndini, Erhardi Joensen, sum segði við útvarpið, at pakkin ikki kemur í Løgtingið, áðrenn tingið fer í summarfrí longu í morgin. Ósemja er um fleiri av pørtunum í pakkanum, og tí hevur samgongan slept at fáa hann samtyktan. Hann fellur tí burtur, tí tingsetan er av, og kann í frægasta føri vera lagdur fram aftur undir ólavsøkutingsetuni. Tað er tó ógvuliga ivasamt, um hann kemur aftur. Um so er, verður tað í øllum førum í broyttum líki í mun til tað, sum Jørgen Niclasen hevði snikkað saman, um nøkur sannlíkindi skulu vera fyri at fáa hann samtyktan.  

Síðani er Jørgen Niclasen farin frá landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Uni Rasmussen hevur tikið við. Boðini frá nýggja landsstýrismanninum vóru beinanvegin, at hann ikki fór at koma við broytingum í pakkanum, tí tað mátti Løgtingið gera.

Nevndarviðgerðin í fíggjarnevndini hevur verið drúgv, og nevndin hevur í tveimum førum biðið um longda freist. Hóast hetta kom pakkin ongantíð úr aftur fíggjarnevndini. 

Vit rógva aftur á aftur og hyggja uppá, hvat lá í pakkanum, sum varð lagdur fyri tingið í desember. Vit hava ein eygleiðara við okkum, sum hevur eitt boð uppá, hví samferðslupakkin ikki bar á mál. Síðani hava vit nakrar politikarar í útvarpsstovuni at skifta orð um pakkan, og hví hann ikki kom aftur til viðgerðar í Løgtinginum.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Eigur Búskaparráðið at taka meira hædd fyri inntøkum frá tilfeingsvinnuni í búskaparfrágreiðingum? Og hvørjar orkukeldur eiga Føroyar at satsa uppá?
23-04-2024
Seinastu fimm árini hava vit sent 56 børn við sálarligum avbjóðingum av landinum.
19-04-2024
Evnið í sendingini er Ríkisfelagsskapurin, har formenninir í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuna og kjakast
18-04-2024
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024
Í sendingini í dag viðgera vit eisini Helsingfors-sáttmálan um Norðurlandaráðið, sum nú verður dagførdur
04-04-2024
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024