Breddin: Broytingartíðir í Svøríki og elrikin alibátur
15-09-2022
Broytingartíðir í Svøríki og elrikin alibátur
Svøríki er blátt.
Langt um leingi er valúrslitið av svenska valinum nú klárt, og líkt er til, at blái blokkurin megnar at skipa stjórn.
Tað merkir, at Ulf Kristersson, formaður í Moderatunum, fær til uppgávu at skipa nýggja stjórn við stuðli frá umstríddu Svøríkidemokratunum.
Vit hyggja nærri at valinum, hvørjir høvuðspersónarir eru og hvat hetta merkir fyri Svøríki.
Elrikin alibátur
Skipaflotin er stóru klimasyndarin, tá hugt verður eftir útlátinum av vakstrarhúsgassum í Føroyum.
Í uppgerðini hjá Umhvørvisstovuni fyri 2021 sæst, at 41 prosent av útlátinum stavaðu frá fiskiskipum, meðan fimm prosent stavaðu frá øðrum skipum.
Og meðan tað grønu orkuskiftið alsamt flytur seg rætta vegin á landi, so hvørt sum húsarhaldini, stovnar og vinnufyritøkur á landi velja grønar loysnir, er longri á mál at umleggja skipaflotan til grøna orku.
Tí enn eru tær grønu loysnirnar ikki til, sum gera tað møguligt hjá skipum, sum eru burtur frá landi í longri tíðarskeiðum, at sleppa av við oljuna.
Men í Føroyum eru nógvir smærri bátar, sum ikki eru burtur fleiri dagar at gangin, harímillum alibátarnir hjá teimum stóru alifyritøkunum.
Higartil eru teir allir riknir við olju, men tað broytist í dag, tá MEST letur Bakkafrosti fyrsta elrikna alibátin í Føroyum.
Gjørt sendingina hava Birgit Carina Eliasen, Tróndur Olsen og Hallur av Rana, sum var redaktørur.