Breddin

Breddin: Tøkugjald og diabetesmiðstøð
27-09-2022
Landsstýrið vil hækka tøkugjaldið í alivinnuni, meðan vinnan ávarar ímóti og avtalað um diabetesmiðstøð var undirskrivað í gjár

Landið skal hava meira inn í tøkugjaldið frá Alivinnuni - Nakrar milliónir aftrat av milliarda yvirskotunum skulu koma fjøldini til góðar, serliga tá laksaprísurin er høgur.
Samstundis ávarar alivinnan um minkandi íløguhug um gjøldini vera hækkað.
Men er uppskotið um nýggju tøkugjøldini nóg mikið, í einari vinnu við yvirskotum, sum sambært búskaparfrøðingum geva fýra ferðir hægri avkast enn í øðrum vinnum?
Vit tosa við Havbúnaðarfelagið, umframt tvey tingfólk.
Og í gjár var avtala undirskrivað við Novo Nordisk Grunnin, um at styrkja viðgerð og gransking innan diabetes og endokrinologi, við at seta á stovn eina sonevnda Steno Miðstøð í Føroyum. Ein íløga á 123 mió. krónur.
Vit fáa tveir gestir í útvarpsstovuna at siga frá, hvønn týdning hetta kann fáa fyri diabetisviðgerð í Føroyum.

 

Gjørt sendingina hava Kári Mikkelsen og Tróndur Olsen, sum eisini er redaktørur

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Eigur Búskaparráðið at taka meira hædd fyri inntøkum frá tilfeingsvinnuni í búskaparfrágreiðingum? Og hvørjar orkukeldur eiga Føroyar at satsa uppá?
23-04-2024
Seinastu fimm árini hava vit sent 56 børn við sálarligum avbjóðingum av landinum.
19-04-2024
Evnið í sendingini er Ríkisfelagsskapurin, har formenninir í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuna og kjakast
18-04-2024
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024
Í sendingini í dag viðgera vit eisini Helsingfors-sáttmálan um Norðurlandaráðið, sum nú verður dagførdur
04-04-2024
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024