Breddin

Breddin: Fólkatingsval og forsetaval í Brasilia
01-11-2022
Hvat stendur eftir aftaná fólkatingsvalið í gjár?

Tvey val fara at fylla sendingina í dag - eitt heimligt, og hitt úttan úr heimi.

Anna Falkenberg úr Sambandsflokkinnum og Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum vera føroysku umboðini í Fólkatinginum komandi fýra árini, men aftanfyri yvirskriftina stinga nógvir spurningar seg undan.

Vit fara at hyggja nærri at valúrslitinum í gjár saman við Eiriki Lindenskov og Inga Samuelsen.

 

Og síðst í sendingini fara vit til Brasilia, har Lula hevur megnað at koppað sitandi forsetanum Bolsonaro, sum tó enn ikki hevur viðurkent tapið.

Gjørt sendingina: Krista Johnsdóttir Kreutzman, Kári Mikkelsen, Regin Winther Poulsen og Tróndur Olsen, sum eisini var redaktørur

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Evnið í sendingini er Ríkisfelagsskapurin, har formenninir í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuna og kjakast
18-04-2024
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024
Í sendingini í dag viðgera vit eisini Helsingfors-sáttmálan um Norðurlandaráðið, sum nú verður dagførdur
04-04-2024
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024