- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Stjórnarsamráðingar eru so smátt við at byrja í Danmark, og tað er sitandi forsætisráðharri, Mette Frederiksen, sum stendur á odda fyri teimum. Vit fáa tað nýggjasta frá Kaj Joensen av Christiansborg.
Bústaðarmarknaðurin er heldur trekari, enn hann hevur verið, og tað tekur longri tíð at selja hús og bústaðir, enn tað hevur gjørt. Sum heild tí, at keypararnir eru vorðnir meira varnir, áðrenn teir sláa til.
Hinvegin eru sethúsaprísirnir ikki falnir.
Vit tosa við tveir húsameklarar og ein bankastjóri, sum sigur, at krøvini til tøkupening eru herd eitt sindur, men annars eru føroyingar sum heild væl fyri at keypa sær tak yvir høvdið.
Tí eru eingi tekin um, at nøkur kreppa er á veg, hóast tað er vorið dýrari at liva við rentu- og príshækkingum og inflatión annars, sigur hann.