Breddin

Breddin: Borgaraluttøka og Fiskavirkisskipanin
26-01-2023
Er tað ein styrki fyri nærdemokratiið, at borgarar verða tiknir meira við í avgerðartilgongdini og skal fiskavirkisskipanin avtakast?

Borgarafundir er góðir, men nógv kundi týtt á, at tað hevði verið betri við einum millumliði millum býráð og borgararnar, tá mál av stórum almennum áhuga verða viðgjørd.

Tað heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sum skjýtur upp, at kommunan setir sonevnd borgarating, tá stór mál verða sett á skrá. Á tann hátt kunnu málini gerast greiðari og meiri klár at viðgera áðrenn endalig støða verður tikinn til tey, heldur hann. 

Rógvi Ólavson, sum er samfelagsfrøðingur á Fróðskaparsetrinum, setir spurnartekin við virðið av borgarafundum, tí teir oftani tykjast sum ein táta, eftirsum avgerðin um at seta eina verkætlan í verk, longu er tikin, áðrenn borgarafundurin hevur verið. Hinvegin kundu borgarating, har serfrøði er uppi í, verið ein møguleiki.

Fiskavirkisskipanin
Útreiðslurnar til fiskavirkisskipanina vaksa, hóast arbeiðsloysið hevur verið støðugt minkandi seinastu árini. Stýrið í ALS mælir nú til at stytta tíðarskeiðið, sum fólk kunnu vera í skipanini, úr átta niður í fýra vikur, altso niður í helvt.   

 Fiskavirkisskipanin er ein ískoytisskipan, ið veitir arbeiðsloysisstuðul arbeiðsfólk, ið arbeiða á fiskavirkum. Skipanin er gjørd við tí endamálið, at veita stuðul til tey, ið arbeiða í hesum sektorinum, tí at arbeiðstørvurin er ógvuliga óstøðugur og skiftandi.

Tað vil siga, at fyri at varðveita starvsfólk í hesum ídnaðinum, veitir mann stuðul til tey, tá litið er at gera, og so arbeiða tey sum vanligt, tá tørvurin er størri. 

Men skal hon broytast, strikast ella verða varðveitt í verandi líki? 

Tað spyrja vit Sólvit Nolsø, tingmann fyri Framsókn, Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi, og Jørgen Niclasen, tingmann fyri Fólkaflokkin. 

Luttakarar: Heðin Mortensen, Rógvi Ólavson, Jórun Gaardar, Eyðfinnur Jacobsen, Sólvit Nolsø, Hervør Pálsdóttir og Jørgen Niclasen. 
Gjørt sendingina hava Kári Mikkelsen, Kristinn Vang og Hallur av Rana, sum eisini var redaktørur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Evnið í sendingini er Ríkisfelagsskapurin, har formenninir í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuna og kjakast
18-04-2024
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024
Í sendingini í dag viðgera vit eisini Helsingfors-sáttmálan um Norðurlandaráðið, sum nú verður dagførdur
04-04-2024
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024