Breddin

Breddin - Jarðskjálvtar og hugsavnan
07-02-2023
Turkaland og Sýria eru hart rakt av jarðskjálvtunum í gjár, og hvønn týdning hevur tað fyri børn at hugsavna seg leingi um eitt evnið?

Jarðskjálvtarnir í Turkalandi og Sýria í gjár vóru so máttmiklir, at sjálvt mátarin á Sornfelli fór at rista - Vit kaga til Turkalands, har bjargingarfólk framvegis leita eftir fólkum í teimum túsundtals húsatoftunum.
Hvat er hetta fyri øki, sum er rakt, hví er skaðin so stórur, og hvørji jarðfrøðilig viðurskifti eru tað sum gera seg galdandi í økinum.


Og, at tað hevur týdning fyri børn at fáa høvi og stundir at hugsavna seg, vita tey á Eiði.
Skúlabørn í skúlanum á Eiði arbeiða í verkætlanum, og endamálið er at geva teimum tíð og rúmd at hugsavna seg.
Vit umrøða hetta við lærara, sálarfrøðing og fólkalívsfrøðing.

Lagt til rættis: Elin Winther Poulsen, Hansa Hansen og Tróndur Olsen.
Redaktørur: Tróndur Olsen

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024
Í sendingini í dag viðgera vit eisini Helsingfors-sáttmálan um Norðurlandaráðið, sum nú verður dagførdur
04-04-2024
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024