Breddin

Breddin: Kjak um fiskivinnu
16-03-2023
Nú skulu kvotur seljast á gjøgnumskygdum marknaði, sigur Dennis Holm landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Tað eru fleiri aktørar sum ikki tola tað, hedur Jacob Vestergaard.


Aðalorðaskiftið um fiskvinnuna var í løgtinginum týsdagin 14. mars og tann 10. mars var eitt uppskot tilfeingisgjøld lagt út til hoyringar.


Samgonan ætlar at taka meiri frá Barentshavsflotanum í tilfeingisgjaldi - men ikki at taka alla tilfeingisrentuna inn.

Tilfeingisgjaldið er lítið og einki er broytt á uppsjóvarfiskinum, men nú skulu reiðarar selja makrelkvotur millum sín á opnum marknaði. Hvussu skal tað fyriganga? Og ber til at taka tilfeingisrentuna inn, tá hon er keypt og seld millum aktørar á einum opnum marknaði?


Millum annað hetta kjakast vit um í Breddanum í dag. Luttakarar eru Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Aksel V Johannesen, løgmaður, Bárður á Steig Nielsen tingmaður fyri Sambandsflokkin og fyrrverandi løgmaður og Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin og fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum. .

 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Almenn partafeløg eiga ikki at vera lønarførandi, heldur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður
03-05-2024
Í sendingini verður tosað við fráfarandi kommunalpolitikara og formannin í Demokratia.
02-05-2024
Verjumálaráðharrarnir í øllum Norðurlondum hittast í Føroyum í dag á ráðharrafundi í norðurlendska verjusamstarvinum NORDEFCO
30-04-2024
Eigur Búskaparráðið at taka meira hædd fyri inntøkum frá tilfeingsvinnuni í búskaparfrágreiðingum? Og hvørjar orkukeldur eiga Føroyar at satsa uppá?
23-04-2024
Seinastu fimm árini hava vit sent 56 børn við sálarligum avbjóðingum av landinum.
19-04-2024
Evnið í sendingini er Ríkisfelagsskapurin, har formenninir í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuna og kjakast
18-04-2024
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024
Í sendingini í dag viðgera vit eisini Helsingfors-sáttmálan um Norðurlandaráðið, sum nú verður dagførdur
04-04-2024