- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Eftir summarfrítíðina vera minst 20 flokkar í fólkaskúlanum, sum hava fleiri enn 24 næmingar í flokkinum.
Hetta hendir, sjálvt um 24 næmingar er hámarkið fyri, hvussu nógvir næmingar skulu vera í hvørjum flokki, sambært fólkaskúlalógini.
Vit tosa við skúlar, Undirvísingarstýrið og formannin í Føroya Lærarafelag.
Gransking
Føroyar hava fingið sjálvstøðugan limaskap í stýrinum fyri norðurlendska stovnin, Nordforsk, og tað fer eisini at at geva onkrar nýggjar møguleikar fyri gransking.
Stjórin fyri Granskingarráðið, sum eisini er føroyskt umboð í Nordforsk, verður í útvarpsstovuni, og vit tosa eisini við vararektaran fyri gransking á Setrinum.
Gestir: Jacob Eli S. Olsen, Vagn Foldbo, Magnus Tausen, Annika Sølvará og Magni Mohr
Gjørt sendingina hava: Frants Jensen, Birgit Carina Eliasen og Ruth Winther Poulsen.