Breddin: Nýggjur stjóri í BankNordik og vitlíki í skúlanum
24-05-2023
Tað verður bara Turið F. Arge, sum fer at mynda stjórnina í BankNordik
Turið F. Arge stendur nú einsamøll á odda fyri BankNordik-samtakinum.
Men hvørjar ætlanir hevur hon fyri bankan, og hvussu fer tað at merkjast, at leiðslan er nýggj?
Vitlíki
- Tøknin rennur undan, og vit renna aftaná.
Tað sigur nevndarlimur í Lærarafelagnum, sum eftirlýsir reglugerðir og vegleiðingar fyri, hvussu lærarar skulu fyrihalda seg til nýggju tøknina innan fyri vitlíki, nú landsroyndirnar eru byrjaðar.
Luttakarar: Turið F. Arge, Eyðbjartur S. Skaalum og Eyðun Gaard.
Gjørt sendingina hava Ruth Winther Poulsen, Frants Jensen og Hallur av Rana, sum eisini er redaktørur.
Tøkningur er Leivur Thomsen