Breddin: Bakkafrost niðurlagar virksemið í Føroyum
08-06-2023
Er tað politiskt trýst og tómar hóttanir, tá Bakkafrost hóttir við at flyta virksemið av landinum?
Bakkafrost fer at niðurlaga íløgur og møguliga alt góðskingarvirksemi í Føroyum.
Tað var boðskapurin frá peningasterkastu fyritøkuni í Føroyum fyrr í vikuni.
Men er tað bara tómar hóttanir og trýst á politisku skipanina, tá risafyritøkan sigur seg vera noydda at niðurlaga virksemið i Føroyum vegna hækkaða tøkugjaldið? Ella hevur politiska skipanin lagt so stórt trýst á alivinnuna, at her ikki er verandi?
Vit tosa við Hermann Oskarson, búskaparfrøðing, Atla Gregersen, alara, Regin Jacobsen, stjóra í Bakkafrosti, Høgna Hoydal landsstýrismann í vinnumálum og Trónd Sandoy, búskaparfrøðing og Phd lesandi innan arbeiðsmarknað.