Breddin

Breddin: Ferðavinna og løgmaður um russisku tølini
09-06-2023
Gjaldsportrið skal burtur og vit skulu skilja ímillum vinnuligt og annað virksemi í náttúruni

Málið um gongd í haga er framvegis ikki loyst.

Í Mykinesi krevja tey pening inn, tá ferðafólkini koma í land. Í Saksun stendur eitt gjaldsportur fyri fólki á fjórða ári á rað og Høgni Hoydal er 4. landsstýrismaður, sum hevur sett sær fyri at loysa málið um ferðavinnuna og føroysku náttúruna. Men fer tað at eydnast? Og hvat siga limirnir í rættarnevndini har eitt uppskot um eina lendisætlan væntandi skal viðgerðast til ferðavinnu og gongd í haga.


Kristianna Winther Poulsen, Helgi Abrahamsen, Steffan Klein Poulsen og Hervør Poulsdóttir, forkvinna í rættarnevndini, kjakast um evnið.
Eisini er ein longri samrøða við Magnus Gaard, lívfrøðing og rektara á Miðnám í Vestmanna, sum bjóðar út ferðaleiaraútbúgving.

 

Løgmaður og tølini

Løgmaður er komin í rasshaft av síni útlegging av russiska virkseminum í Føroyum, tí hann, at síggja til, pyntaði uppá landingartølini tá hann legði niðurstøðuna hjá landsstýrinum fram.
Ein longri samrøðu er við løgmann í seinnu helvt av sendingini.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Eigur Búskaparráðið at taka meira hædd fyri inntøkum frá tilfeingsvinnuni í búskaparfrágreiðingum? Og hvørjar orkukeldur eiga Føroyar at satsa uppá?
23-04-2024
Seinastu fimm árini hava vit sent 56 børn við sálarligum avbjóðingum av landinum.
19-04-2024
Evnið í sendingini er Ríkisfelagsskapurin, har formenninir í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuna og kjakast
18-04-2024
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024
Í sendingini í dag viðgera vit eisini Helsingfors-sáttmálan um Norðurlandaráðið, sum nú verður dagførdur
04-04-2024
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024