Breddin

Breddin: Príshækkingar og brennistøð
22-06-2023
Hvussu hava príshækkingarnar rakt føroysku húsarhaldini og hví er so trupult at finna semju um eina felags brennistøð

Eina ella tvær brennistøðir? Fáir spurningar elva til eins nógv kjak millum kommunupolitikarar sum hesin. Og tað er við jøvnum millumbilum.

Vit seta tveimum fyrrverandi kommunalpolitikarum, Elina Lidenskov og Hilmari Danielsen, stevnu fyri at fáa greiðu á, hví júst hetta málið er so torført at loysa. 

Príshækkingar
Príshækkingar - serliga seinasta árið - síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina, hava havt stóra ávirkan á, hvussu gerandisdagurin háttar sær hjá nógvum føroyingum.

Vit hava verið á gøtuni í Havn og spurt nøkur fólk, um hetta hevur ávirkað teirra feriuætlanir, og um tey hugsa øðrvísi, tá tey eitt nú keypa inn, og so vitjar Arnhold Olsen, fíggjarstjóri í Bank Nordik, útvarpsstovuna. 

Gestir: Elin Lindenskov, Hilmar Danielsen og Arnhold Olsen. 
Gjørt sendingina hava Kári Mikkelsen, Hansa Hansen og Hallur av Rana, sum er redaktørur. 
Tøkningur er Dánjal Tavsen.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Í Breddanum í dag verður spurt, um kvinnur fáa nøktandi hjálp og kunning, tá tær venda sær til lækna í sambandi við skiftisárini.
07-05-2024
Almenn partafeløg eiga ikki at vera lønarførandi, heldur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður
03-05-2024
Í sendingini verður tosað við fráfarandi kommunalpolitikara og formannin í Demokratia.
02-05-2024
Verjumálaráðharrarnir í øllum Norðurlondum hittast í Føroyum í dag á ráðharrafundi í norðurlendska verjusamstarvinum NORDEFCO
30-04-2024
Eigur Búskaparráðið at taka meira hædd fyri inntøkum frá tilfeingsvinnuni í búskaparfrágreiðingum? Og hvørjar orkukeldur eiga Føroyar at satsa uppá?
23-04-2024
Seinastu fimm árini hava vit sent 56 børn við sálarligum avbjóðingum av landinum.
19-04-2024
Evnið í sendingini er Ríkisfelagsskapurin, har formenninir í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuna og kjakast
18-04-2024
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024