Breddin

Breddin: Barsilsgjald og val í Póllandi
19-10-2023
Andstøðan hevur lagt uppskot fram um at hækka barsilsgjaldið. Valið í Póllandi flytir valdið frá høgravíðgongda "Lóg og rættvísisflokkinum".


Barsilsútgjaldið er ikki hækkað í 20 ár - tað skal tað nú, heldur andstøðan, sum hevur lagt eitt uppskot fyri tingið um at hakka útgaldið við 3.000 krónum.
Skipanin er eisini ov lítið smidlig fyri pápar og fólk, sum ikki eru í starvi og tí skal hon endurhugsast, heldur samgongan.
Fýra limir í rættarnevndini kjakast um broytingar í barsilsskipanini.

Val í Póllandi
Val hevur verið í Póllandi - høgravíðgongdi PiS, ella Lóg og rættvísisflokkurin, sum at kalla einsamallur hevur sitið við valdinum seinastu tvey valskeiðini, fekk stóra afturgongd.
Vit tosa við føroying búsitandi í Póllandi og viðmerkjara um hvat tað merkir fyri Pólland og Evropa, har rákið í stóran mun annars peikar til høgru fyri tíðina?

 

Gestir: Hervør Pálsdóttir, Helgi Abrahamsen, Henrik Old, Steffan Klein Poulsen, Regin Berg og Bogi Linklett.

Gjørt sendingina: Ruth Winther Poulsen, Tróndur Olsen og Marjun Dalsgaard, sum var redaktørur. 

Tøkningur: Kári Annand Berg

 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Verjumálaráðharrarnir í øllum Norðurlondum hittast í Føroyum í dag á ráðharrafundi í norðurlendska verjusamstarvinum NORDEFCO
30-04-2024
Eigur Búskaparráðið at taka meira hædd fyri inntøkum frá tilfeingsvinnuni í búskaparfrágreiðingum? Og hvørjar orkukeldur eiga Føroyar at satsa uppá?
23-04-2024
Seinastu fimm árini hava vit sent 56 børn við sálarligum avbjóðingum av landinum.
19-04-2024
Evnið í sendingini er Ríkisfelagsskapurin, har formenninir í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuna og kjakast
18-04-2024
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024
Í sendingini í dag viðgera vit eisini Helsingfors-sáttmálan um Norðurlandaráðið, sum nú verður dagførdur
04-04-2024
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024