Breddin

Breddin: Veiðutrýst á landgrunninum og neyðhjálp til Gasa
20-10-2023
Umsitingarætlanin í fiskidagaskipanini skal eftirmetast og neyðhjálp sleppur ikki inn í Gaza

Frítt fiskarí er í roynd og veru á landgrunninum, tí har eru so nógvir óbrúktir fiskidagar. Tað merkir, at stovnarnir verða niðurfiskaðir, siga búskaparfrøðingar, sum vilja hava eina burðadygga fiskivinnu á landgrunninum.

Fyrimunir og vansar eru við bæði kvotaskipanum og fiskidagaskipanini, men vit eiga at hava eina áseting um, hvat skal gerast um ein stovnur er serliga illa fyri, heldur Petur Steingrund, fiskifrøðingur.

 

Neyðhjálp sleppur ikki fram í Gaza

100 lastbilar standa uttanfyri Gasageiran - bara 20 sleppa inn - tað ger teir møguliga seinnapartin ella í morgin. 

Tað er ilt at ímynda sær, hvat vit koma inn til, tá hjálpin sleppur framat, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya. 

 

Samrøða við  Petur Steingrund, fiskifrøðing, Hans Ellefsen, búskaparfrøðing og Jóannes Eidesgaard, formann í Reyða Krossi Føroya.

 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024
Í sendingini í dag viðgera vit eisini Helsingfors-sáttmálan um Norðurlandaráðið, sum nú verður dagførdur
04-04-2024
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024