- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Hvussu skal ferðavinnan skipast næstu árini?
Spurningur er enn einaferð aktuellur eftir, at Visit Faroe Islands í gjár kunngjørdu ferðavinnu strategiina fram móti 2030.
Vit tosa við Guðrið Højgaard, stjóra í Visit Faroe Islands, Høgna Hoydal, landsstýrismann í vinnumálum, og Finn Danberg, stjóra í Jarðum.
Harumframt er eisini kjak í útvarpsstovuni millum løgtingslimir í vinnunevndini. Eyðdis Hartmann Niclasen fyri Sambandsflokkin, Annika Olsen fyri Tjóðveldi, Uni Holm Johannesen fyri Javnaðarflokkin og Jørgen Niclasen fyri Fólkaflokkin.
Gestir: Guðrið Højgaard, Høgni Hoydal, Finn Danberg, Eyðdis Hartmann Niclasen, Annika Olsen, Uni Holm Johannesen og Jørgen Niclasen.
Redaktiónin: Frants Jensen, Ruth Winther Poulsen og Hallur av Rana, sum er redaktørur.
Tøkningur: Øssur Egholm.