Breddin

Breddin: Tøkugjald og dátutrygd
10-11-2023
Umboð í vinnunevndini kjakast um tøkugjaldið og var trygdin í lagið, tá heilsumyndugleikarnar sendu viðkvæmar upplýsingar til fólk, sum tóku lut í kyksilvurkanningunum

"Ov vánaligt politiskt handalag."

"VinnuÓVinarligt tøkugjald."

Ákoyringarnar á Høgna Hoydal, landsstýrismann í vinnumálum, vóru nógvar í tinginum mikukvøldið, tá tingið hevði 1. viðgerð av einum uppskoti hjá Sambandsflokkinum um broytingar í tøkugjaldinum.

Og ákoyringarnar komu frá bæði frá andstøðu og hansara egnu.

Men kann andstøðuuppskotið blíva samtykt?

Karlot Hergeirsson, Árni Skaale, Uni Holm Johannesen og Erhard Joensen, tinglimir í Vinnunevndini, kjakast um málið.

Dátutrygd og kyksilvurkanningar
Fólk, sum eru fødd í 1986 og 1987, og sum vóru partur av kyksilvurkanningum hjá heilsuverkinum, fingu um dagarnar teldupost við viðkvomum persóns upplýsingum.

Men er tað í lagið og í tráð við reglur um dátuvernd, at ein heilsumyndugleiki sendir fólki heilsuupplýsingar og aðrar viðkvæmar upplýsingar á eina hotmail ella gmail adressu?

Vit tosa við fyriskipararnar og serfrøðingar.

Gestir: Karlot Hergeirsson, Árni Skaale, Uni Holm Johannesen, Erhard Joensen, Pál Weihe og Tóri Højgaard.
Gjørt sendingina hava Elin Winther Poulsen, Hallur av Rana og Marjun Dalsgaard, sum var redaktørur.
Tøkningur var Kári Annand Berg.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Kjak við Sonju Jógvansdóttir, Samtak og Niels Winther, Vinnuhúsið. Eisini tosa vit við Sigri Gaini sum hevur skrivað Ph.D. um haturstalu.
14-05-2024
Í Breddanum í dag verður spurt, um kvinnur fáa nøktandi hjálp og kunning, tá tær venda sær til lækna í sambandi við skiftisárini.
07-05-2024
Almenn partafeløg eiga ikki at vera lønarførandi, heldur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður
03-05-2024
Í sendingini verður tosað við fráfarandi kommunalpolitikara og formannin í Demokratia.
02-05-2024
Verjumálaráðharrarnir í øllum Norðurlondum hittast í Føroyum í dag á ráðharrafundi í norðurlendska verjusamstarvinum NORDEFCO
30-04-2024
Eigur Búskaparráðið at taka meira hædd fyri inntøkum frá tilfeingsvinnuni í búskaparfrágreiðingum? Og hvørjar orkukeldur eiga Føroyar at satsa uppá?
23-04-2024
Seinastu fimm árini hava vit sent 56 børn við sálarligum avbjóðingum av landinum.
19-04-2024
Evnið í sendingini er Ríkisfelagsskapurin, har formenninir í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuna og kjakast
18-04-2024
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024