Breddin

Harðskapur og versnandi livikor
01-12-2023
Longu 1. september í ár hevði Kvinnuhúsið fingið eins nógvar áheitanir, sum komu alt árið í fjør

Kvinnuhúsið í Havn fær fleiri og fleiri áheitanir.

Hetta rákið er ikki serføroyskt, tí eisini í grannalondunum eru alt fleiri, sum leita sær hjálp, tí tey eru ella hava verið fyri harðskapi.

Ráðgevi í Kvinnuhúsinum og sálarfrøðingur koma í útvarpsstovuna.

 

Versnandi livikor

Samstundis, sum fleiri hjálparfelagsskapir staðfesta, at talið á umbønum setur met, sigur landsbankastjórin, at føroysku húsarhaldini eru væl fyri.

Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, verður í útvarpsstovuni, og vit spyrja hana, hvussu hetta hongur saman.

 

Í sendingini: Frida Jóanesarson Dam, Svanna Jákupsdóttir og Sonja Jógvansdóttir. 

Gjørt sendingina: Elin Winther Poulsen, Hallur av Rana og Birgit Carina Eliasen, sum var redaktørur.

Tøkningur: Kári Annand Berg.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Eigur Búskaparráðið at taka meira hædd fyri inntøkum frá tilfeingsvinnuni í búskaparfrágreiðingum? Og hvørjar orkukeldur eiga Føroyar at satsa uppá?
23-04-2024
Seinastu fimm árini hava vit sent 56 børn við sálarligum avbjóðingum av landinum.
19-04-2024
Evnið í sendingini er Ríkisfelagsskapurin, har formenninir í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuna og kjakast
18-04-2024
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024
Í sendingini í dag viðgera vit eisini Helsingfors-sáttmálan um Norðurlandaráðið, sum nú verður dagførdur
04-04-2024
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024