Breddin

Breddin: Álvarsliga átalan til Heilsumálaráðið
06-12-2023
Løgtingsins Umboðsmaður finst hvassliga at Heilsumálaráðnum í samband við viðgerð av innlitsumbøn

Heilsumálaráðið royndi tilvitað at fjala upplýsingar fyri Kringvarpinum og Løgtingsins Umboðsmanni, sjálvt um Umboðsmaðurin fleiri ferðir royndi at fáa upplýsingar til høldar. 

Tí hevur aðalráðið fingið eina álvarsliga átalu frá Umboðsmanninum, sum er sent til løgtingið, løgmann og landsstýriskvinnuna í heilsumálum. 

Men hvat er hent, hví er tað álvarsamt og hvørjar eru avleiðingarnar?

Vit tosa við Turid Arge, aðalstjóra í Heilsumálaráðnum, og Duritu Sigmundsdóttir Djurhuus, løgfrøðing.

Føroyskir næmingar dumpa

Aldrin áður hava føroyskir næmingar staðið seg so illa í einari PISA-kanning, og skúlamyndugleikarnir mugu taka ábyrgd, sigur landsstýrismaðurin Djóni Nolsøe Joensen. 

Vit vóru til staðar tá úrslitið bleiv lagt framm í Kongshøll í gjár. 

Luttakarar: Turid Arge, John Rajani, Durita Sigmundsdóttir Djurhuus, Djóni Nolsøe Joense, Eyðun Gaard og Magnus Tausen.
Gjørt sendingina hava Krista Johnsdóttir Kreutzmann, Elin Winther Poulsen og Hallur av Rana, sum var redaktørur. 
Tøkningur var Kári Annand Berg.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Kjak við Sonju Jógvansdóttir, Samtak og Niels Winther, Vinnuhúsið. Eisini tosa vit við Sigri Gaini sum hevur skrivað Ph.D. um haturstalu.
14-05-2024
Í Breddanum í dag verður spurt, um kvinnur fáa nøktandi hjálp og kunning, tá tær venda sær til lækna í sambandi við skiftisárini.
07-05-2024
Almenn partafeløg eiga ikki at vera lønarførandi, heldur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður
03-05-2024
Í sendingini verður tosað við fráfarandi kommunalpolitikara og formannin í Demokratia.
02-05-2024
Verjumálaráðharrarnir í øllum Norðurlondum hittast í Føroyum í dag á ráðharrafundi í norðurlendska verjusamstarvinum NORDEFCO
30-04-2024
Eigur Búskaparráðið at taka meira hædd fyri inntøkum frá tilfeingsvinnuni í búskaparfrágreiðingum? Og hvørjar orkukeldur eiga Føroyar at satsa uppá?
23-04-2024
Seinastu fimm árini hava vit sent 56 børn við sálarligum avbjóðingum av landinum.
19-04-2024
Evnið í sendingini er Ríkisfelagsskapurin, har formenninir í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuna og kjakast
18-04-2024
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024